RING TIL OKKUM: 77 00 60

Tilhoyr

Pontech landgongubrúgv

Ramman er framleidd úr gavlvaniseraðum stálprofili, meðan dekkið er framleitt úr gliðtryggari stálrist. Hetta tryggjar bæði høga góðsku og økir trygdina, so tað ikki er líka lætt at glíða, um tað er vátt. Landgongubrúgvin verður levera við  fittings, hjólum og skinnarum. Brúgvin kann eisini fáast við koyrilemmi, ið ger tað lættari at koma út á flótibrúnna við einum viðfestisvogni.

Ravmagn og ljós

Vit veita og seta upp ljóssteyrar av slagnum T2, T4, T6 og Tallycard til bátafeløg, bátaløg, sleipistøðir og privatar bátahyljar. Okkara steyrar samantvinna snið og funktión. Á sama steyra kunnu verða upp til fýra ravmagnsúttøk við trygdaravbrótara, umframt vatnkrana, slanguhaldara og ljós.

Pullartar

Rustfríir og hitagalvaniseraðir pullartar og sjeklar/krókar  í ymsum støddum. Stødd á báti, og vindur og veður annars, avger valið í stødd.

Línuhaldari

Línuhaldarin ger tað lætt hjá bátaeigaranum at heingja endan á línuhaldarin tá ið fari verður avstað við bátinum. Soleiðis slepst undan at endin liggur niðri í sjónum meðan báturin ikki er bundin.

Gummifendari

Gummifendarin er ætlaður til at hava framvið kaikantinum soleiðis at bátarnir ikki fáa sjónlig merkir tá ið teir liggja at kai.

Sjeklar

Vit hava eitt gott úrval av sjeklum, sum passar til alt tað, ið ein hevur tørv á til smábátar. Hevur tú brúk fyri vegleiðing, so eru vit altíð tilreiðar at hjálpa.

Bjálkar við festi

Vit kunnu bjóða bjálkar við festi í ymiskum støddum, alt eftir tínum tørvi. Vit ráðgeva gjarna, um tú ynskir hjálp.

Ketur

Vit hava ketur og veirar til allar hugsandi tørvir.

Festi til landgongd

Snøgg og hágóðsku festi til landgongd.

Flot

Manglar tær flot, ert tú komin á rætta stað. Vit bjóða flot í ymiskum støddum og sniðum. Tosa við okkum, so finna vit í felag røttu loysnina til tín.

Rimaverk

Vit gera rimaverk í øllum støddum til landgongubrúgvar og bátabrúgar. Vit ráðgeva fegin, um tær tørvar onkran at sparra við.

TOSA VIÐ OKKUM

ALTÍÐ TILREIÐAR TIL EITT PRÁT
Vit eru altíð klár til eitt prát. Set teg í samband við okkum, so taka vit eitt óbindandi prát um tín tørv
Høgni Kjeld
Stjóri