RING TIL OKKUM: 77 00 60

VØRUSKRÁ BETONGFLOTBRÚGV HEAVY DUTY

Betongflotbrúgvin (heavy duty) er sera støðuføst og flotsterk og er ætlað til meira óvardar støður. Bygnaðurin er settur saman av armeraðum betongi við kjarnu av skúmplasti, sum ger at hon ikki kann søkka og fær eina langa livitíð. Flotbrúgvin hevur aldutálmandi dygdir, alt eftir bygnaði og tyngd. Um breiddin á brúnni verður breiðkað, so fæst uppaftur betur aldutálming.

Fyrimunurin við Pontech flotbrúgvum er millum annað stutta byggitíðin, smidleikin í at hon kann flytast uttan stórt hóvasták og so eru bátabrúgvar eitt umhvørvisvinarligt val. Brúgvarnar eru klárgjørdar til at kunna veita ravmagn og vatn. Samanbinding av betongflotbrúgvunum verður gjørd við okkara kobling, sum er ein veirur/gummikobling. Betongflotbrúgvar søkka ikki, hava gott flotevni og eina støðuga fríborðshædd.

Betongflotbrúgvarnar kunnu útgerðast við okkara eykaútgerð, so sum Y-bummar, ravmagn, vatn, ljós og pullartar við meira. Betongflotbrúgvarnar kunnu áleggjast við sniði av malargróti, steinplátum osv. Til ber at leggja træklædning á dekk og síður á betongflotbrúgvunum . Ankring verður gjørd við ketum, togverki ella steyrum.

TEKNISKT DATA

Longd

10,0 m, 12,5 m, 15,0 m og 20,0 m

Breidd uttan fendaralista

2,4 m, 3,0 m, 4,0 og 5,3 m

Breidd við fendaralista

2,7 m, 3,3 m, 4,3 og 5,3 m

Hædd

1,2 – 1,8 m

Vekt

15 – 80 ton

Fríborð

umleið 0,6 – 1,2 m

Burðarmagn

15 - 120 ton

Betong/ Eksponeringsklassi

C35/45 SK 11, VCT 0,45, LP PK V / X0-XC4-XS2-XD2-XF2-XA1

Armering

Nps 50, B500BT

Cellplast

65Kpa

Festingarháttur

Hitagalvaniserað

Fendaralisti

95x145 mm impregnera

Annað

Vit taka okkum rætt til at gera broytingar í bygningshátti

Onnur mát

Kann bjóðast eftir kundans ynski

TOSA VIÐ OKKUM

ALTÍÐ TILREIÐAR TIL EITT PRÁT
Vit eru altíð klár til eitt prát. Set teg í samband við okkum, so taka vit eitt óbindandi prát um tín tørv
Høgni Kjeld
Stjóri