Tann føroyski bummurin er gjørdur við einum endamálið: At halda til tað harðføra veðurlagið vit hava í Føroyum.
Bummurin er framleiddur úr dupultum stálrørum. Allar samlingar eru sveisaðar, sum gevur ein sterkan og tryggan y-bumm. Harafturat eru allir deilirnir hitagalvaniseraðir, sum gevur eina langa livitíð.
Flotini eru framleidd úr polyethylen (PE) og eru fylt við skúmi (EPS). Flotini drekka ikki vatn í seg og varðveita tí flotevnini alla sína livitíð. Flotini fáast í øllum litum.
Dekki á bumminum fæst í ymiskum træsløgum ella við stálrist. Bummurin hevur eina góða breidd (0.6m), sum ger hann tryggan og fastan at ganga eftir.
Y-bummurin kann monterast á brúnna á ymsan hátt. M.a. kann hann monterast við vinkul- ella klemmubeslagi. Eisini er møguligt at montera eitt gummi millumstykki, sum minkar um larm frá bumminum samstundis, sum at tað økir um livitíðina á beslagnum.
Tann føroyski y-bummurin er lættur og skjótur at montera og styttir hetta sera nógv um arbeiðstíðina.
TEKNISKT DATA
Longd
4m, 5m, 6m 8m og 10m
Breidd
0,6 m
Vekt
154 - 455 Kg.
Stálprofilur
4-8m bummar 100x60mm og 10m bummur 120x60mm
Flot
420 litur pr. stk. polyethylen (PE) og eru fylt við skúmi (EPS)
Onnur mát
Kann bjóðast eftir kundans ynski
PONTECH Y-BUMMAR
Útyvir føroyska y-bummin hava vit eisina Pontech teymabummar, sum fáast í fleiri longdum, úr 4 til 12 metrar. Bummarnir verða framleiddir við ella uttan gangidekk og fáast við ella uttan Y-parta dekk. Bummarnir verða veittir við rektangulerum flotliðum, og fáast í ymiskum litum.
Bummarnir eru útgjørdir við plastlistum, so teir ikki skøva bátasíðuna. Y- bummarnir hava allir íbindingareygu, við møguleika fyri línuhaldara. Fleiri møguleikar eru fyri festi: feld í brúnna, alt eftir sniði, vinkulbeslagi, T-skinnara, C-skinnara og hongsulfesti.
TOSA VIÐ OKKUM
ALTÍÐ TILREIÐAR TIL EITT PRÁT
Vit eru altíð klár til eitt prát. Set teg í samband við okkum, so taka vit eitt óbindandi prát um tín tørv