Bygnaðurin er settur saman av armeraðum betongi við kjarnu av skúmplasti, sum ger, at brúgvin ikki kann søkka og hevur sostatt langa livitíð. Flotbrúgvin hevur aldutálmandi dygdir, alt eftir bygnaði og tyngd. Økist breiddin styrkir tað um aldutálmingina.
Fyrimunurin við Pontech flotbrúgvum er millum annað stutta byggitíðin, smidleikin í at hon kann flytast uttan stórt hóvasták og so eru bátabrúgvar eitt umhvørvisvinarligt val. Brúgvarnar eru klárgjørdar til at kunna veita ravmagn og vatn. Samanbinding av betongflotbrúgvunum verður gjørd við okkara kobling, sum er ein veirur/gummikobling. Betongflotbrúgvar søkka ikki, hava gott flotevni og eina støðuga fríborðshædd.
Betongflotbrúgvarnar kunnu útgerðast við okkara eykaútgerð, so sum Y-bummar, ravmagn, vatn, ljós og pullartar við meira. Betongflotbrúgvarnar kunnu áleggjast við sniði av malargróti, steinplátum osv. Til ber at leggja træklædning á dekk og síður á betongflotbrúgvunum . Ankring verður gjørd við ketum, togverki ella steyrum.
TEKNISKT DATA
Longd
10,0 m, 12,5 m, 15,0 m og 20,0 m
Breidd uttan fendaralista
2,4 m, 3,0 m, 4,0 og 5,3 m
Breidd við fendaralista
2,7 m, 3,3 m, 4,3 og 5,3 m
Hædd
0,95 m
Vekt
10 - 45 ton
Fríborð
umleið 0,5 m
Burðarmagn
10 - 45 ton
Betong/ Eksponeringsklassi
C35/45 SK 11, VCT 0,45, LP PK V / X0- XC4- XS2- XD2- XF2- XA1
Armering
Nps 50, B500BT
Cellplast
65Kpa
Festingarháttur
Hitagalvaniserað
Fendaralisti
95x145 mm impregnera
Annað
Vit taka okkum rætt til at gera broytingar í bygningshátti
Onnur mát
Kann bjóðast eftir kundans ynski
