FØROYSKI Y-BUMMURIN

Tann føroyski bummurin er gjørdur við einum endamálið: At halda til tað harðføra veðurlagið vit hava í Føroyum.

Bummurin er framleiddur úr dupultum stálrørum. Allar samlingar eru sveisaðar, sum gevur ein sterkan og tryggan y-bumm. Harafturat eru allir deilirnir hitagalvaniseraðir, sum gevur eina langa livitíð.

Flotini eru framleidd úr polyethylen (PE) og eru fylt við skúmi (EPS). Flotini drekka ikki vatn í seg og varðveita tí flotevnini alla sína livitíð. Flotini fáast í øllum litum.

Dekki á bumminum fæst í ymiskum træsløgum ella við stálrist. Bummurin hevur eina góða breidd (0.6m), sum ger hann tryggan og fastan at ganga eftir.

Y-bummurin kann monterast á brúnna á ymsan hátt. M.a. kann hann monterast við vinkul- ella klemmubeslagi. Eisini er møguligt at montera eitt gummi millumstykki, sum minkar um larm frá bumminum samstundis, sum at tað økir um livitíðina á beslagnum.

Tann føroyski y-bummurin er lættur og skjótur at montera og styttir hetta sera nógv um arbeiðstíðina.

Tekniskt data

Longd

Breidd

Vekt

Stálprofilur

 

Flot

 

Onnur mát

 

4m, 5m, 6m 8m og 10m

0,6 m

154 - 455 Kg.

4-8m bummar 100x60mm og 10m bummur 120x60mm

420 litur pr. stk. polyethylen (PE) og eru fylt við skúmi (EPS)

Kann bjóðast eftir kundans  ynski

 

Pontech Y-bummar

Útyvir føroyska y-bummin hava vit eisina Pontech teymabummar, sum fáast í fleiri longdum, úr 4 til 12 metrar. Bummarnir verða framleiddir við ella uttan gangidekk og fáast við ella uttan Y-parta dekk. Bummarnir verða veittir við rektangulerum flotliðum, og fáast í ymiskum litum.

Bummarnir eru útgjørdir við plastlistum, so teir ikki skøva bátasíðuna. Y- bummarnir hava allir íbindingareygu, við møguleika fyri línuhaldara.  Fleiri møguleikar eru fyri festi: feld í brúnna, alt eftir sniði, vinkulbeslagi, T-skinnara, C-skinnara og hongsulfesti.

TOSA VIÐ OKKUM

Altíð tilreiðar til eitt prát

Vit eru altíð klár til eitt prát. Set teg í samband við okkum, so taka vit eitt óbindandi prát um tín tørv

Jákup Sørensen

Søla

73 93 36

js@smabatahavnir.fo

Submitting Form...

The server encountered an error.

Boðini eru móttikin

RING TIL OKKUM: 73 93 36

 

SP/F Pontech Smábátahavnir

J.H. Schrøtersgøta 7

100 Tórshavn